Dokumentarer عمومي
[search 0]
أكثر
تنزيل التطبيق!
show episodes
 
Artwork

1
Dokumentarar

Kringvarp Føroya

Unsubscribe
Unsubscribe
شهريا
 
Dokumentarsendingar eiga sín fasta part í sjónvarpsskránni. Dokumentar er ein breið sjangra. Her verða gjørdar bæði featuresendingar við menniskjaligu frásøgnini í sentrum, magasinsendingar og gravandi sendingar við fokus á óreglusemi í samfelagnum. Innihaldsliga fevna sendingarnar um alt frá søgu, siðsøgu og lívsstíli til sosialrealismu og portrett.
  continue reading
 
Loading …
show series
 
Evnini í sendingini snúgva seg um, at jól eru í hondum. Vit eru gongutúr saman við 75 ára gomlum manni í Havn, ið brádliga gjørdist heimleysur. Herbergið varð bjargingin.Í Stóru Dímun er nógv at fáa til høldar fyri jól. Vit vitja oynna, meðan seinastu krovini fara av oynni og seinasta grønmetið verður tikið upp og hagreitt.Franciskanarsystrarnar ko…
  continue reading
 
Meðan bygdirnar og flestu býirnir kring grønlendsku strendurnar minka, stendur Nuuk, eins og Tórshavn, í stórum vøkstri. Landafrøðiliga er tó stórur munur á.Fólkaríkasta kommunan í Grønlandi við umleið 23.000 íbúgvum, har av umleið 18.000 í sjálvum høvuðsstaðnum, er á stødd við Frakland.Nuuk er eisini heimstaður hjá stórum tali av føroyingum, og í …
  continue reading
 
Fyri fjøruti árum síðani gjørdist hann víðagitin sum sangari í bólkinum Boomtown Rats. Serliga var tað sangurin "I don´t like mondays", sum vakti ans víðahvar. Seinni skrivaði hann sangin "Do they know it´s Christmas", sum gjørdist ein av mest seldu sangum í bretskari tónleikavinnu. Tá mannaði hann eitt valalið av sangarum og tónleikarum at syngja …
  continue reading
 
Hvørji mál hevur Hallur sett sær sum spælari, og hvat krevur tað? Bæði sum ítróttarfólk og ikki minst sum menniskja? Eisini eru teir báðir, Hallur og Tróndur, afturlítandi og tosa um stórar løtur á føroyska A-landsliðnum í fótbólti.Lagt til rættis: Tróndur Vatnhamar.بقلم Kringvarp Føroya
  continue reading
 
20 ára gamla Helena Joensen spælir klaver og er ein av mongu luttakarunum til tónleikakappingina Stella Polaris. Stella Polaris er ein tónleika kapping fyri ungar klassiskar tónleikarar, har høvuðsvinningurin er 20.000 krónur.Dagarnar áðrenn kappingina stendur serliga nógv á hjá Helenu, tí nú skal venjast enn harðari. Tó er Helena ikki einsamøll um…
  continue reading
 
Happing er ein menniskjalig frumdrift, sum kemur av tí, at vit eru bólkadjór, og ein tann størsta ræðslan vit hava, er at vera koyrd úr bólkinum, nakað soleiðis sigur sálarfrøðingurin Tóra Petersen.Í sendingini hitta vit tvey fólk, sum hava verið fyri ógvusligari happing í fólkaskúlanum. Tey greiða frá, hvussu hart tað var at vera happað, og hvussu…
  continue reading
 
Fyrst í desember finnur Jóanes Andreasen sær jólamansklæðini fram. Hann hevur úr at gera at pakka gávur og vitja børn, sum gleða seg til jóla. Jóanes hevur nú tjúgu ár á baki sum jólamaður, og hóast beinini ikki orka tað sama longur, er hugurin enn góður at fara út við jólaposanum. Lagt til rættis: Dagmar Joensen Næs.…
  continue reading
 
Seinastu árini er tað vorðið meira og meira vanligt, at fólk ganga og klatra í fjøllunum. Samstundis sum talið á fólkum í haganum veksur, økist vandin fyri, at óhapp og vanlukkur kunnu henda eisini. Teir dagar, tá tyrla ella bátur ikki kunnu koma fram á vanlukkustaðið, verða boð send eftir fjallabjargarunum. Vit eru við til árligu venjingina hjá fj…
  continue reading
 
Rúni Brattaberg hevur fingið Mentanarvirðisløn Landsins. Í tí sambandi vitjaði eitt sjónvarpslið Rúna tvey kvøld í operahúsinum í týska býnum Leipzig, har hann starvast sum solosangari.Vit hittu hann undir venjingunum og undan framførsluni av eini operu eftir Mozart. Rúni er komin langt sum sangari, síðani hann byrjaði í einum operakóri í níti-árun…
  continue reading
 
Íslendingar hava í mong ár fingið ein stóran part av orkuni, teir brúka, úr undirgrundini. Tann heita keldan Geysir hevur gjørt Ísland kent um allan heim, hon hevur verið eitt tekin um ta nógvu orkuna, sum íslendska undirgrundin goymir. í sendingini verður sagt frá, hvussu íslendingar nýta tað heita vatnið til upphiting og ravmagnsframleiðslu.…
  continue reading
 
Sjónvarpssending um sjúkuna Parkinson í Føroyum. Vit fylgja Elisi Poulsen og John Williami Joensen, ið báðir hava fingið staðfest Parkinson. Teir hava hvør sína avbjóðing við sjúkuni.Elis missir røddina, ið hevur stóran týdning fyri hann sum útvarpsmann, og sum stjóri, hevur John William trupult við at røkja sítt arbeiði til fulnar, tí sjúkan tekur…
  continue reading
 
Asperger er eitt slag av autismu. Fyri ein, sum hevur asperger, kann tað vera ein avbjóðing at vera millum onnur fólk. Serliga árini, áðrenn sjúkueyðkennið verður staðfest, kunnu kennast tung. Sendingin varpar ljós á tvær familjur áðrenn tær máttu ásanna, at ein av teirra hevði autismu. Í dag eru hesir báðir, sum hava asperger, vaksnir menn. Í send…
  continue reading
 
Ein dagur í lívinum hjá Kristinu Bærendsen. Í hesi sending eru vit fluga á vegginum hjá ungu kvinnuni, sum fleiri halda vera føroya evnaríkasta countrysangara.Vit fylgja Kristinu Bærendsen, frá morgni til myrkurs, á Countryfestivalinum í Sørvági.Lagt til rættis: Bjarni Árting Rubeksen og Rúni Jákupsson.…
  continue reading
 
Hann ber orð fyri at hava nógv at gera, men hvussu er í grundini at vera fluga á vegginum hjá Heðini Mortensen frá morgni til myrkurs?Í sendingini lýsa vit ein dag í lívinum hjá borgarstjóranum í Havn.Lagt til rættis: Bjarni Árting Rubeksen og Rúni Jákupsson.بقلم Kringvarp Føroya
  continue reading
 
Júst sum tveir dropar av vatni - tvíburar. Soleiðis siga vit, tá tveir persónar hava somu mammu og verða føddir næstan samstundis.Men hvussu er at vera tvíburi – eru tvíburar heilt eins, er eitt serligt samband millum tvíburar, og er tað stuttligt at hava ein dupultgangara?Í sendingini hitta vit trý tvíburapør, sum fortelja, hvussu tey uppliva at v…
  continue reading
 
Hesa ferð fylga vit Edmundi S. Jacobsen, sum hevur búð í Keypmannahavn í nógv ár. Hann er útbúgvin skipsverkfrøðingur og skipsførari, men eitt skifti var hann heimleysur.Í dag brúkar Edmund S. Jacobsen fitt av síni tíð á Sundholm, har heimleys búgva. Hann er eisini sera virkin í føroyska útisetaumhvørvinum.Lagt til rættis: Bjarni Rubeksen og Rúni J…
  continue reading
 
Barbara í Gongini er búsitandi í Keypmannahavn. Gerandisdagar er hon á verkstaði sínum í Valby, har sniðgevar og skraddarar úr fleiri ymsum londum arbeiða.Í eygleiðandi dokumentarsendingini fylgja vit stillføru og stílskapandi kvinnuni, ið hevur endurnýtslu sum aðalmál í allari framleiðslu.Lagt til rættis: Bjarni Árting Rubeksen og Rúni Jákupsson.…
  continue reading
 
"Eg má mála fyri at kunna virka í samfelagnum. Annars bleiv eg sjúkur." Hetta sigur listamaðurin Torbjørn Olsen, sum fyrr í ár fekk Mentanarvirðisløn Landsins sum tøkk fyri útint listarligt avrik á høgum stigi.Men listarliga tilgongdin er stundum darvað av svøvnloysi og iva. Hartil koma rúsdrekkatrupulleikar, sum gera at heilsan er farin at bila. O…
  continue reading
 
Nýggjar eygleiðandi dokumentarsendingar, sum fylgja ymsum føroyingum frá morgni til myrkurs.Hyggjarin er fluga á vegginum og fær innlit í ein dag í lívinum. Í fyrstu sending er Christian Nagata.Lagt til rættis: Bjarni Árting Rubeksen og Rúni Jákupsson.بقلم Kringvarp Føroya
  continue reading
 
Føroysk sjónvarpsdokumentarsending um fullu sólarmyrkingina, ið var í Føroyum 20. mars 201520.03.2015 var full sólarmyrking í Føroyum. 11.400 ferðafólk upplivdu hana saman við føroyingum, og í hesi sendingini hyggja vit aftur á fullu sólarmyrkingina.Vit síggja reportasju av flogvøllinum, uppliva gleðisróm í Sandavági, og vit uppliva eisini sólarmyr…
  continue reading
 
Í døgunum 16. - 18. apríl 2015 var tann fyrsti Bindifestivalurin av sínum slag í Fuglafirði.Ikki bert føroyingar, sum hava áhuga fyri binding, men eisini fleri útlendingar, eru komnir til bygdina fyri at læra nýggjar bindingarhættir, fara til fyrilestrar og fáa íblástur.Vit fylgja einum at luttakarunum á festivalinum, og somuleiðis siggja vit, hvus…
  continue reading
 
Lívið nýtist als ikki at vera keðiligt, hóast tú ert gamal. Tað halda tey bæði Sámal Júst Ziska Dahl og Dania Andreassen, ið eru ávikavist 80 ár og 77 ár.Sámal Júst Ziska Dahl er fyrrverandi lærari og býr Í Klaksvík saman við konuni, Astu. Hóast hann er 80 ára gamal, setist hann ikki aftur at renna túrar tríggjar ferðir um vikuna. Harafturat dámar …
  continue reading
 
Annað árið á rað verður skipað fyri tónleikakappingini Stella Polaris, har ungir, klassiskir tónleikarar umframt heiðurin kappast um at vinna 25.000 krónur.Vit eru við á kapppingardegnum, tá teir seks finalistarnir skulu framføra fyri dómsnevndini, ið er mannað av bæði føroyskum og útlendskum serkønum innan økið.Ein dagur, sum bjóðar gleði, spennin…
  continue reading
 
Á einum banka við Føroyar svimja nakrir toskar, sum ikki eru at finna nakra aðrastaðni. Teir eru stórir og feitir og hava ein serliga góðan smakk. Hesin toskur svimur bert úti á Føroyabanka, og verður hann róptur bankatoskurin. Í sendingini verður greitt frá, hvussu føroyabankatoskurin er øðrvísi enn annar toskur, og hvat tað er, sum er sermerkt vi…
  continue reading
 
Hvørt ár missa ung antin foreldur ella systkin við deyða. Mangan var sjúkralegan drúgv, og tey ungu, sum sita eftir, dragast við strongd og stóra sorg. Sorgarbólkurin Berin gevur børnum og ungum, sum hava mist, høvi at hitta javnlík og tosa um sorgina.Í hesi sendingini hitta vit Rannvu, Mariu og Beinir, sum hava mist ein av sínum nærmastu. Lagt til…
  continue reading
 
Í Skopun situr filmslistarmaðurin Sakaris Stórá. Hann heldur ikki, at neyðugt er at fara av oynni at gera film. Tvørturímóti er ógvuliga umráðandi hjá honum at vera staddur í heimbygdini, tá hann arbeiðir. Her fær hann friðin at hugsavna seg.Í kjallaranum heima við hús hjá foreldrunum hevur hann sítt arbeiðsrúm. Her situr hann og skrivar søgurnar t…
  continue reading
 
Føroysk sending um epilepsi. Einir 500 føroyingar liva eitt lív við herðindum. Summi við nógvum og títtum herðindum, onnur við knapt so nógvum.Í hesi sendingini hitta vit Karis í Liða, Aðalstein Magnusson og Mary-Ann Zachariassen, sum øll hava epilepsi á hvør sínum stigi.Lagt tilrættis: Solby Christiansdóttir.…
  continue reading
 
30 ára gamli Guðmundur Joensen úr Havn íðkar triathlon á professionellum stigi. Síðani 1. januar í ár hevur hann verið í farloyvi og satsar alt upp á ítrótt.Guðmundur hevur sett sær fyri, at hann skal verða millum teir bestu í heiminum. Solby Christiansdóttir og Jens Jákup Hansen leggja tilrættis.بقلم Kringvarp Føroya
  continue reading
 
Loading …

دليل مرجعي سريع